Gerhard Lognberg
Um Skálafjarðartunnulin skrivar løgmaður, eg siteri: ”Alt bendir á, at Skálfjarðartunnulin verður tann fyrri,” sitat slut. Nær verður so byrjað við Sandoyartunnlinum, eg spyrji bara? Tað tekur tvey ár at kanna og útbjóða Eysturoyðartunnilsætlanina og onnur fýra ár at bora hann ígjøgnum. So her sær man viljan hjá samgonguni mótvegis Sandoynni og Suðuroynni, hann er næstan minni enn einki! Vit hava fingið at vita, at einastu sýslur í Føroyum, sum ganga aftur í folkatali, eru Sandoyar sýsla og Suðuroyar sýsla, men tað tykist ikki at ávirka samgonguleiðaran. Atlit skulu takast sigur løgmaður? Vit skulu taka atlit til búskaparlig viðurskifti, sigur samgonguleiðarin. Eg kann nevna nøkur dømi, um ætlanir hjá samgonguni:
Lækka ríkisveitingina avtaka sjómansfrádráttin seta pensiónsaldurin upp í 71 ár lóggeva grundarlagið undan arbeiðarafeløgunum og geva útlendingum fastlønarskipan, meðan føroyingar sita heima við hús Brúka 31 mió upp á sendistovur í Russlandi og USA. Tað hevur man vilja til. Ja, eg má ásanna at Javnaðarflokkurin hevur selt seg til Høgna Hoydal og fylgi. Tað, sum Javnaðarflokkurin bjóðar mær við næstan 600 atkvøðum, er at avtaka lógina um Sandoyartunnulin. Eg má bara ásanna, at samgongan førir ein quistlingapolitikk móti Sandoynni og Suðuroynni. Við javnaðarkvøðu