Hallbjørg Hansen
Fuglafirði
Undirritaða skal svara hesum spurningum. Eg verið tó noydd til partvís at endurtaka spurningarnar, soleiðis at lesarin kann fylgja við:
? »Hví klossaði kommunan í bensinstøðarmálinum?« Kommunan hevur ongantíð mær vitandi leverað bensin í bygdini. Tað, at kommunan ikki vildi geva byggiloyvi á einum ávísum stað, men á einum øðrum, kann ikki vera orsøkin til at onki varð bygt.
? »Hví er onki oljudepot til bunkringar?« Oljudepot er í kommununi, hetta hevur ikki verið virki sambært oljufelagnum vegna umbygging v.m., men kemur at virka aftur í næsta mánaða.
? »Hví er ongin ísur?« Tað er helst ikki burðardygt longur. ? Skal tað vera ein kommunal uppgáva??
? »Hví slitnaði FLG«Fuglafjarðar kommuna kundi velja ímillum at selja sína brunaútgerð fyri undir hálvan prís ella tað, at allar tríggjar kommunurnar orðna sínar brunauppgávur sjálvar. Hetta seinna varð gjørt í besta forstáilsi millum kommunurnar.
? »Hví byggja brandstøð?« Orsøkin til at brandstøðin varð bygd her er, at tað kemur ongantíð at loysa seg at hava mannaða brandstøð á Kambsdali, haraftrat hildu allir brandmenn, at tað er skilabest, at støðin liggur inni í Fuglafirði.
? »Hví byggja ljótan arbeiðsskúr uppí siðsøguligt bókasavn/kunningarstovu?« Talan er um eina fyribilsloysn, sum ger, at ikki enn fleiri bøkur hjá hesum mentunardepli skulu pakkast niður og goymast á onkrum lofti. Húsið kemur at síggja hampuligt út, tá tað er liðugt.
? »Hví hava so óhepna hond í Kyrjasteinsmálinum?«Tað hevur alla tíðini verið fullkomiliga upp til eigarnar á Kyrjasteini, hvat hendir við skipinum.
? »Hví hevur kommunan ikki útstykkja, tá tað eru ár liðin síðani fólk byrjaðu at flyta heimaftur?« Kommunan hevur í áravís sett pening av til útstykkingarveg, keypt jørð og er nú farin í gongd. Annars eru enn nøkur grundstykkir tøk.
? »Hví breyt kommunan sínar egnu lógir við at geva byggiloyvi á friðaðum øki?« Kommunan hevur ongar lógir brotið á hesum økjum. Bert givið loyvi til smærri frávik, ið eru fult í tráð við reglurnar.