Thorbjørn Brochs
Mikudagin 6. oktober 2004 var eitt lesarabræv í føroyskum blaði, undirskrivað Totus Tuus. Eg hevði ongantíð sæð hetta dulnevni, men onkur gav mær greinina, og helt, at eg skuldi lisið hana. Tað havi eg gjørt. Eg legði til merkis, at T.T. ikki helt seg hava skrivað nakað "móti Halgubók ella ta katólsku kirkjulæruna." Sum eg havi lisið Halgubók, er høvuðsinnihaldið í tí,T.T. hevur skrivað, rættuliga alternativt. Og tað er um hvussu vit skulu biðja. Eingin skal siga, at hann hevur betri skil fyri tí, enn tað Jesus hevði.
T.T. vil, at vit skulu taka fram rósukransin, "sum mælt verður til í Medjugorje". Bønarkransar av tí slagnum eru væl kendar frá fleiri alternativum trúarskipanum. Tað var hvørki katólska kirkjan ella nakar annar kristin felagsskapur, sum uppfann bønarkransin. Og hví? Tí hann byggir á tá fatan, at vit við egnum gerningum kunnu gerast meira rættvís. Vit verða hvørki meira ella minni frelst við at fremja hokus pokus. Tað, ið verri er: Vit draga yvir okkum eina syndaskuld, tá ið vit vraka ta ókeypis syndafyrigeving, sum Jesus bjóðar okkum. Vit hava ikki loyvi til at skapa nakað egið, sum skal koma afturat - ella ístaðin fyri - tær treytir, ið Jesus hevur sett. Bønarkransurin er hvørki frá Jesusi ella frá apostlunum.
Um vit nú gloyma teir deyðu lutirnar, hvussu segði Jesus at vit skuldu biðja? Fjallaprædikan er ein veldug lærubók. Umleið mitt í henni - (Matt. 6, 5-15 ) - er umframt góð rád, eisini Faðirvár. Matt. 6, 7 sigur nakað, sum er lætt at skilja: "Men tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki taka upp í saman nøgd av orðum eins og heidningarnir, tí at teir halda, at teir munnu verða bønhoyrdir fyri orðanøgd sína." Bønarkransurin er eitt hent amboð, tá ið tú skalt halda skil á hvussu nógv tú hevur biðið, og hvørjar ávísar bønir tú hevur framt. Men hann er til heidnan bønarsið.
Hevur T.T. sagt nakað móti "ta katólsku kirkjulæruna"? Kanska ikki beinleiðis, men tó. Nakað heilt grundleggjandi er tagt burtur. Tann katólska kirkjulæran er heilt grei: Eingin frelsa er uttanfyri ta katólsku kirkjuna. Hennara sakramentskipan er ein treyt fyri at tú skalt verða frelstur, so hvat nyttar tað, at protestantar og ortodoks taka lut?Um tað passar, at T.T. er katolikk, átti hann heldur at ávarað "tey glataðu". Tí til tess eru vit øll kallað.
Sjálvt um Reformatónin er við at vera deyð, kann eg ikki lata vera við at endurtaka tey Jesu orð, ið reformatorarnir - við lívið í vága - prædikaðu til teirra síðsta dag: " - ; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við." (Aps. 4,12) og "Tí at ein er Guð, ein er eisini millumgongumaðurin millum Guðs og manna, maðurin Kristus Jesus," (1. Tim. 2,5)
Eitt er, at vit skulu meta katolikkar sum trúgvandi kristin fólk, ið teir vissuliga eru, men tað er ikki harvið sagt, at vit skulu taka lut, tá ið teir halda heidnar siðir. Teir halda, at tað er rætt, men vit meta, at tað er eitt misbrot móti Kristi. Og vit mugu ikki goyma tað ljós, ið reformatónin gav okkum. Heldur ikki tað ljós, ið vil halda fram við at koma, heilt fram til Jesu afturkomu. Aðrar trúarskipanir - tær, ið virða trúarfrælsið - skulu hava frið til at liva sína trúgv, men tað merkir ikki, at vit gera teirra trúgv til okkara. (2.Kor. 6,14)