Gerhard Lognberg
1. Nei, eg eri ikki sum so í villareiði um eina ítróttarhøll í Sandoynni, tí hana hevði eg ynskt at vit klára at byggja.
Men eg eri meiri í villa-reiði um tað, at Sólvit Simonsen roynur við lygnum at sverta meg út.
Jú, eg minnist, at eg segði fyri tær, at eg hevði verði og tosa við landsstýrismannin, men eg segði eisini, at vit báðir løgtingsmennirnir skuldu verða við, men at Páll var blivin sjúkur, sum øllum kann henda.
So eg segði einki um, at eg hevði orna alt, hetta er lodrøtt lygn.
2. So biður tú meg finna mær sannleikans keldur, hvat Sands Kommunu viðvíkur. Eg kann upplýsa fyri tær, at mær nýtist ikki at fara til nakrar keldur um hesi viðurskifti, tí eg havi nokk við tað kommunu, sum eg eri við til at stýra.
Eg havi ikki skriva eitt orð um skuld hjá Sands Kommunu. Harmuligt at tú, Sólvit sær gleði í, at sverta onnur, og seta kílar ímillum bygdirnar.
3. Síðani skrivar tú, at eg havi silgt við turrum dekki. Hetta kunnu so onnur í míni kommunu, Skopun, meta um. Tey eru vist rættari enn tú, tí ilt eyga sær einki gott.
So hatta turra dekki kann tú hava fyri teg sjálvan, og møguliga spleysa inn í tína egnu lívssøgu, tað er har hon hoyrir heima, við turrum dekki.
Tú hevur havt eina skiparakarrieru, og ikki eg ein landkrabbi.
4. Eg skal sikra teg í, at eg eri líka góður við ungdómin bæði í Skopun og allari oynni sum tú, men eisini her roynur gamli maðurin, at seta kílar ímillum ungdómin og meg.
5. Ljóta pennin, sum tú nevnir at eg havi, tað eru tíni orð. Havi eg ikki loyvi at siga at ein íttróttarhøll møguliga kostar uml. 18 ? 19 mill. kr?
Tú sigur, at tú hevur verði úti og kannað hvat projekti kostar. Eg skuldi havt líka góðan rætt, at kanna prísin sum tú, tí tað er neyvan tín uppgáva!
Eg skal til síðst gerða tær púra greitt, at eg ætli ikki at brúka teg til ráðgeva!
Tú sæt í Sands Kommunu, tá var tað tú skuldi bygt tær vaðar, og ikki nú.
Til síðst, vit sita í Sandoyar Skúlasambandið við opnum sinnið, og kannað hetta við ítróttarhøll. Tað sum eg ynski fyri Skopunar Kommunu og onnur við:
6.Hvat kostar ein høll?
7.Hvat kostar hon at reka?
8.Ikki minst, sleppa vit í Skopunar Kommunu at upptaka lán?
Alt annað í kommununi má og skal ikki leggjast brakk fyri hetta projekti. Barnaskúlin og barnagarðurin eru eisini nakað sum kostar nógvan pening.
Mín vón og ynski er, at vit í Sandoynni kunnu fáa tað besta burtur úr, hóast tað sær út sum inntøkurnar falla.