Svar til oddagrein

Viðvíkjandi viðmerking Vinnuvitans í oddagrein 14. juni 2007: at almenna KT-fyrisitingin skal "uppfinna tann djúpa borðiskan av nýggjum" er hetta at siga: Fimm frágreiðingar hava verið gjørdar í samband við stovnsetan av KT-fyrisitingini:

- í Vinnuvitan hósdagin 14. juni

 

Viðvíkjandi viðmerking Vinnuvitans í oddagrein 14. juni 2007: at almenna KT-fyrisitingin skal "uppfinna tann djúpa borðiskan av nýggjum" er hetta at siga: Fimm frágreiðingar hava verið gjørdar í samband við stovnsetan av KT-fyrisitingini:

"Upprit um KT-bygnaðin hjá landsfyrisitingini", 28. oktober 2003, KT-forum

"Frágreiðing um felags KT-bygnað", 28. januar 2005, KT-forum

"Frágreiðing um felags KT-bygnað - fyrimunir og vansar", 21. mars 2005, KT-forum

"Teknisk analyse af outsourcing muligheder", 19. august 2005, Azlan Scandinavia/CCIE #5205

"IT-infrastruktur Drifts- og økonomianalyse", 21. august 2005, Globeteam A/S, Gentofte

 

Samlaða niðurstøðan er, at eitt avmarkað alment monopol á teimum økjum, sum tað ikki ber til at skifta útbjóðara, uttan at serstakliga stórar (órealistiskar) útreiðslur verða avhildnar, kobla saman við selektivari outsourcing av eftirverandi uppgávunum, sum við fyrimun kunna bjóðast út, er betri enn eitt privat monopol, sum hevði verið tað mest køvandi fyri kappingina á og menninginga av føroysku KT-heimamarknaðurin. Serliga kann vísast á kapitul 8-11 av frágreiðingina hjá Azlan, og stykki 4.7 í Globeteam frágreiðingina hesum viðvíkjandi.

Niðurstøðan og tilmælini eru eitt avmarkað alment monopol á teimun íløgumessiga tyngstu økjunum kopla saman við selektiv outsourcing á hinum økjunum, til tess at menna og økja kappingina í føroyska KT-marknaðurin, til frægasta frama fyri tað almenna sovæl sum KT-marknaðurin í Føroyum.