Svar til Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinnu

Í bløðunum herfyri varð spurt um, hví nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki ikki var farin til verka

20. oktober 2005 samtykti Før­oya Løgting at seta nevnd, ið skuldi arbeiða fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Nevndin skuldi mann­ast við einum umboði fyri hvønn politiskan flokk, og einum umboði frá ávik­a­vist Javnstøðunevndini, Kvinn­u­felagssamskipan Føroya, Før­oya Kommunufelag og Kommunusamskipan Før­oya.
Síðani varð nevndin mann­að, soleiðis sum greitt er frá om­an­fyri.
1. januar 2006 varð máls­økið javnstøða flutt frá landsstýrismanninum í al­manna- og heilsumálum til landsstýrismannin í vinn­u­málum.
Í skrivi, dagfest 6. februar 2006, boðaði løgmaður lands­stýrismannin í vinn­u­mál­um frá, at valið av løg­tings­lim­u­num Lisbeth L. Petersen og John Johannessen ikki var í samsvari við § 8 í stýrisskipanarlógini. Lands­stýr­is­maðurin varð tískil bið­in at velja onnur umboð í nevndina.
Í skrivi, dagfest 17. febr­uar 2006, heitti lands­stýr­is­maðurin tí á ávikavist Sam­bandsflokkin og Javn­að­arflokkin at skjóta upp onn­ur umboð í nevndina. Flokk­arnir hava síðani valt onn­ur umboð.
Aftaná er vorðið greitt, at valið av varaumboð Tjóð­veld­isfloksins eisini er í stríð við ásetingina í § 8 í stýrisskipanarlógini, og er Tjóð­veldisflokkurin tískil bið­in um at skjóta upp ann­að umboð í nevndina. Tá Tjóð­v­eldisflokkurin hevur valt annað umboð, fer lands­stýrismaðurin at skipa nevnd­ina.