Katrin Bjarnadóttir
Òli Breckmann, tú eftirlýsir at Føroya fólk úttalar seg og tað vil eg hervið gera.
Spurningarnar hjá tær eru:
Vilja vit hava skrásett parlag?
Vilja vit hava kirkjuliga ella aðra vígslu av samkyndum?
Vilja vit hava ættleiðing og kunstiga ísáðing, tá ið tað er komið til tað fjóðra stigi av hesi glíðibreytini
Høvdu vit vilja verið føddur ella ætleiddur í einum samkyndum hjúnarlag?
Vilja vit hava skrásett parlag?
Eg persónliga, hevði vilja livað undir skipaðum viðurskiftum um eg livdi saman við einum av sama kyni – á sama hátt sum vit, ið gift eru. Hví skal ein persónur, sum hevur elska ein annan gjøgnum eitt heilt lív standa á berum um lívspartnarin hjá viðkomandi doyr. Tvey, ið hava verið við til at bygt eitt heim upp hava rætt at arva hvønn annan, tað kunnu avtalur gerast um, men hvat við lívstrygging, lánstrygging, at sita í skiftum/óskiftum búgvi?? Ert tú í skrásettum parlagi hevur tí somu rættindi, sum tey, ið gift eru (hinskynd)
Vilja vit hava kirkjuliga ella aðra vígslu av samkyndum?
Ja – kunnu tey samkyndu fáa ein prest ella annan prædikumann at víga tey, hví ikki?
Tað er ikki upp til tykkum sokallaðu lógarsmiðir ella okkum vanligu menniskju at fordøma og leypa hvøkk á fólk um hvør kemur í paradísi ella ikki. Tað kann verða tykkara hugsan at samkynd ikki koma inn um Harrans portur, men so máttu tit latið tey havt tað gott her á fold inntil avgerðin kemur – sum tíbetur bert er Sankta Pætur´sa avgerð.
Vilja vit hava ættleiðing og kunstiga ísáðing, tá ið tað er komið til tað fjóðra stigi av hesi glíðibreytini ?
Fyrst vil eg gera eina viðmerking til orðingina glíðibreyt – eg veit ikki hvat meinast við, men kann rokna út at tað er ein breyt eg og onnur jasigarar aka á – hvar vit enda má tíðin vísa.
Øll, ið kunnu fáa børn, verða ikki kannað av sálarfrøðigum og øðrum fyri at kannað um tey eru verdug sum foreldur, men skalt tú ættleiða verða tíni evni sum foreldur kannað og tað verður gjørt ein metan av um tað eru trygg viðurskiftið børnini veksa upp undir. Bæði peningarliga og sálarliga.
Høvdu vit vilja verið føddur ella ættleiddur í einum samkyndum hjúnarlag?
Ett stórt JA – eg hevði verið fødd ella ætleidd inn í ein og hvørja familju sum var góð við meg og við hvønnannan líka mikið hvat kyn tey høvdu. Heldur vaksa upp hjá foreldrum, ið halda av hvørjum øðrum enn hjá fólki, ið ikki tola hvørt annað. ( har kemur so spurningurin um hjunarskilnaður upp, men tann spurningin ætli eg mær ikki at nema við her)
Hugsar tú sjálvur samfelagssliga um spurningin, hvør uppalir tey flestu børnini í Føroyum og aðrastaðni – so eru tað kvinnurnar, tað eru flest kvinnur á dagstovnunum og nógvar lærarar eru kvinnur – tey flestu einligu foreldrini eru kvinnur. So tað kann ikki bert verða tvey foreldur av hvør sínum kyni, ið standa sum tey bestu foreldrini.
Eg eri í tí lukkuligu støðu at verða uppvaksin í einari familju, ið ikki er fordømandi, vit hava lært at virða øll fólkasløg og samfelagsbólkar. Eg veit at um eg kom heim til foreldrini og segði eg var samkynd, høvdu eg og makin hjá mær verið líka væl móttikin sum eg og maðurin. Tað eru ikki vit, ið skulu fordøma og ræða fólk til nakað annað enn náttúran í menniskjanum sigur. Vit mugu lata tað bíða til tey sjálvi skulu standa til svars fyri teirra gerðir. Og annars lóggeva so tað er liviligt hjá øllum her á landið. Spurningurin um fólk, ið bera brek og aðrir bólkar av menniskjum, ið hava verið uppi vent í hesum orðaskiftinum, má takast upp sum eitt annað mál og nevnast í lógini við egnari orðing. Tað kann ikki passa at øll skulu hava tað líka ringt, bara tí ongin skal hava tað gott.
Góðu øll tit, ið samkynd eru og øll tey, ið varða av tykkum, haldið høvdi høgt og verið glað fyri at tit eru til og duga at liva. Verið tit glað fyri at vit eru nógv, ið halda av tykkum og virða tykkum á sama hátt sum vit virða øll onnur, fleiri tora bara ikki at standa alment fram og siga sína hugsan, tí tá eru vit veruliga útsett fyri happing. Samstundis vil eg heita á onnur um at svara spurningunum hjá Óla Breckmann, serliga vit í siga JA til §266 b. Bert soleiðis kunnu vit stuðla teimum samkyndu best møguligt.









