Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, heitti um miðjan november alment á undirritaða um at virka fyri, at NMT 450 skipanin verður verandi virkin til GSM og VHF skipanirnar eru útbygdar.
Við hjálp frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í samskiftismálum, fór áheitanin víðari til Føroya Tele, ið alment hevur boðað frá, at NMT 450 skipanin ikki verður sløkt á nýggjárinum, men møguliga seinni í 2006. Somuleiðis upplýsti Føroya Tele, at arbeitt verður við at betra um GSM dekningin. Vónandi verður GSM dekningurin fullgóður, áðrenn NMT skipanin verður niðurløgd.
Viðvíkjandi VHF dekningi kann upplýsast, at eg í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2006 havi biðið um játtan, sum skal nýtast til at keypa nýggjan útbúnað til Tórshavn Radio. Nýggi útbúnaðurin kann tøkniliga handfara fleiri VHF sendi- og móttøkustøðir enn verandi útbúnaðurin, og fleiri VHF støðir eru neyðugar, um betrast skal um dekningin. Eftir ætlan verða fleiri VHF støðir settar upp í 2007.
Í áheitanini til mín bað Kári P. Højgaard eisini avvarðandi myndugleika fáa veðurstøðina í Mykinesi at virka aftur sum skjótast. Avvarðandi myndugleiki er Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), men havi eg kannað, hví veðurstøðin ikki virkaði í nakrar vikur. Hetta skyldaðist, at DMI legði um frá NMT til GSM sendiskipan. Sendistøðin er virkin aftur, og veðurmátingarnar úr Mykinesi verða sendar bátum og skipum.
Meira útgreinað svar er sent Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, beinleiðis.










