Elsa Olsen
Argir
Tá eg las greinina hjá greinina hjá Miriam Hinz, Ferðslulógin, kom eg í tankar um nakrar reglur eg skrivaði ein morgun í desember 2002, tá eg varð næstan niðurkoyrd á gongubreytini av prutli. Hendan greinin varð send Tórshavnar Býráð og Sosialinum. Síðan hendan greinin varð skrivað, hava vit fingið eitt gøtuljós í Sandagerði, eg tað eri eg Býráðnum sera takksom fyri.
Eitt hjartasuff
Illa fyri eftir skelkin mær var fyri í morgun, er eingin ivi fyri mær, at hetta má festast á blað. Eg eri ein av teimum heilt fáu til gongu til arbeiðis hvønn morgun - av Argjum til Havnar. Ein gongutúrur, sum tekur umleið ein hálvan tíma. Ein góð byrjan til dagin, og man verður so væl upplagdur restina av degnum. Plagi vanliga at ganga gjøgnum Sandagerð fyri at sleppa undan tí ringastu ferðsluni, har er altíð so vakurt, og síðan fram við Skipasmiðjuni og heim í býin.
Teir seinastu morgnarnar hevur verið sera myrkt í Sandagerði. Har eru eingi gøtuljós, og eg hevði tí avgjørt ikki at fara oman aftur í Sandagerð fyrr enn tað byrjar at lýsna aftur um morgnarnar. Nógv ferðsla er, og bilarnir strúka fram við tær, við hvørt eru teir sera nær, og tú fært okkurt sprutt á teg. Eg havi hesar morgnarnar als ikki kent meg trygga á gongubreytini, men eftir upplivingina í morgun havi eg avgjørt, at eg hóast myrkrið ætli mær oman gjøgnum Sandagerð í morgin.
Sum eg gangi í mínum egnu tonkum á gongubreytini eftir J. Dahlsgøtu, hoyri eg róp og motorgang beint aftan fyri meg. Eg trúði mín síðsta løta var komin. Síggi eitt sterkt ljós og leyp til síðis. Tað var eitt av hesum sokallaðu prutlunum, sum var við at koyra meg niður á gongubreytini. Teir koyrdu allan vegin niðan eftir gongubreytini og snaraðu síðan niðan á Velbastaðvegin, og vóru við at missa tamarhaldið á prutlinum, sum teir flentu. Teir høvdu óivað eina stuttliga sjón. Eg stóð eina góða løtu og summaði meg eftir hendingina. Eg var týðiliga skelkað.
P.S. Til Tórshavnar Býráð: Ber tað til at fáa eitt ella tvey gøtuljós oman í Sandagerð, meðan tað ringasta myrkri er?