Tað kundi tú kannað, so at politiið ikki kemur við aðrari hóttan til komununa, tí at viðurskiftini ikki eru í lagi, tí viðurskiftini hava verið ógreið í mong ár, og eg havi ikki gjørt annað enn at loyst gamlar syndir fyri mína tíð sum borgmeistari fyri uttan tykkara hjálp. Men nú komi eg at heita á tykkum at loysa hetta mál so at eg, Torfinn og Øssur kunnu hava greiðar reglur at halda okkum til, so at friður fæst. So at ALV kann menast í friði uttan royk og brandskúlin í friði fyri klagur frá ALV. Eg vegna Hósvíkar kommunu kann fáa greiðar linjur, so man ikki verður lagdur undir fyri at verða eitt juridiskt tvætl.
Nógv meira óklógt var tað at úttala teg um mál, ið tú ikki kendi til. Tað fall mær fyri bróstið, at tú stingur eftir tínum egnu partamonnum, áðrenn tú hevði kannað málið frá øllum síðum. So mín stuðul til tykkum er ógvuliga ivasamur.
Bóndin bleiv rikin burtur av trøðni, sum hann hevði havt atgongd til í nógv harrans ár, men eingin hevur grátið um, at hann bleiv rikin burtur. Man hann halda tað, eins og tú skrivar, at tað sæst tíðiliga, at hvønn eg vil hava burtur við áirnar. Nei Hans Pauli, eg vil ongan hava burtur, eg vil bert, at fólk kunnu einast og virka í hesum økinum, men til tíðir grætur onkur og annar smílist.
Mín leiklutur er at arbeiða reiðiliga og erliga, tí at mín leiklutur verður til tíðir at skera í gjøgnum, tí fari eg at vaska mínar hendur og fari at yvirlata hetta mál til tykkum, ið eru lógarsmiðir, tí eg føli meg ógvuliga handikappaðan við so lítlari arbeiðsorku, við 1.000 kr í løn um mánaðin sum borgmeistari. At hava tykkum, sum eru vald inn á ting, sum skuldu loysa allar hesar trupulleikar fyri okkum. Grát Mítt Elskaða Land tit fingu meiri í løn. Okkum unti tú ikki eina telefonsamrøðu.
Ja soleiðis er lívið. Eg meini tað.
P. S. Eg fari frammhaldandi at royna at fremja rættvísi. Havi eg gjørt onkrum órætt, vil eg fegin bøta tað. Men gamalt var, og eg trúgvi tí. Tá GUÐ Er Við Mær Hvør Kann Tá Verða Ímóti Mær.
Gleðilig jól øll somul.
Við hesi jólaheilsan endi eg hesa skriving.
Farin inn í halguna við teirri vón, at tit loysa hetta málið. Mín partur skal ikki liggja eftir.
Jógvan Mørkøre, Hósvík