Oda Andreasen
Á ferdavinnufundinum í Vágunum legdi eg upp til, at kunningarstovurnar skulu vera meiri komerciellar og eitt nú sjálvar taka sær av bóking av hotellum, summarhúsútleigan v.m. Eg meini ikki at tad er rættur hugburdur, at kunningarstovurnar einans skulu taka sær av vørumenning. Hetta er kostnadarmikid og ferdaskrivstovurnar eru mær vitandi ikki vid til at fíggja hetta! Onkustadni skal peningurin til fígging koma frá og her leggi eg upp til, at hetta kann gerast vid at kunningarstovurnar bíleggja alla gisting, útferdir v.m. í teirra øki, fyri at fíggja vørumenning, tænastu v.m.
Sjálvandi kunnu kunningarstovurnar ikki fara sjálvar út og marknadarføra Føroyar, hetta er ikki peningur til. Marknadarføringing kann gerast saman vid Ferdarád Føroya og flutningsfeløgunum Smyril Line og Atlantic Airways, sum frammanundan eru sera sjónlig eitt nú í Danmark og sum hava ferdaskrivstovur í Danmark. Úttanfyri Danmark hava Atlantic Airways og Smyril Line eisini eitt ótal af agentum til at røkja hesa uppgávu.
Ferdaskrivstovunar og flutningsfeløgini Smyril Line og Atlantic Airways áttu at hugsa at fingid felags Brand fyri Føroyar í marknadarføringini og lýsingartiltøkum í útlandinum fyri at fáa størri effekt.
Eg haldi, at tad er flott, at Therese Kreutzmann hevur latid upp egna ferdaskrivstovu í Danmark, har hon selur ferdir til Føroyar, tad kunnu vit øll fegnast um. Men vid teimum møgulleikunum sum m.a. eru á internetinum í dag, meini eg als ikki, at kunningarstovurnar skulu halda seg aftur vid at hugsa meira kommercielt, so fígging kan fáast til vega, at veita ferdafólkunum sum Therese Kreutzmann sendir til Føroyar eina góda tænastu.