Á sætta sinni skipar ítróttarfelagið, Svanur fyri EIK Cup, har fólk úr øllum landinum kunnu kappast.
Hetta verður í skúlanum við Løkin. Byrjað verður klokkan 11 í morgin, har til ber at melda seg til kappingarnar.
Svanur er eitt ítróttarfelag, sum vil arbeiða fyri:
- at menna ítrótt fyri brekað í Eysturoy
- skapa umstøður fyri fleiri itróttagreinum
- skipa fyri kappingum saman við ÍSB
- skapa áhuga fyri ítrótti millum fólk við breki í Eysturoy og harvið geva gerandisdegnum eitt innihald
- skapa okkum ein samleika, identitet, hetta er okkara felag, sum vit eru glað fyri og standa saman um.
- at fáa rørslutarnað í gongd við itrótt.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Wenzel Olsen, formann í Svani greiða frá.
(Mynd: svanur.fo)