Fríggjadagin seinnapartin fekk løgreglan í Havn fráboðan um ein deyðan svan í viðarlundini í Havn.
Tað var ein maður, ið starvast hjá Skógrøkt Landsins, sum rakti við tann deyða svanin. Hesin lá fjaldur undir nøkrum trøum við ovaru tjørnina. Tað tyktist, sum onkur hevði roynt at fjala tann stóra fuglin, ið búleikast í viðarlundini.
Løgreglan var á staðnum og hevur skrivað eina frágreiðing um málið. Djóralæknin hevur kannað fuglin, og hann metir, at svanurin er deyður av biti av hundi.
Løgreglan heldur tí, at eigarin kanska hevur roynt at goyma svanin.










