Svans

Tað er beinleiðis svans, sum gongur fyri seg, tá bátar liggja og ferðast út og inn úr fiskiflotanum, eftir at teir hava fingið upphøggingarstuðul, heldur fyrrverandi fomaðurin í Landsstýrismálanevndini, Heini O. Heinesen

Føroysk lóggáva verður innanholað fyri løtuvinning hjá nøkrum einstaklingum. Og tað ringsta er, at í summum førum eru almenninr myndugleikar eisini við í spælinum. Tilvitað ella ikki. Hetta er beinleiðis at svansa við almennum pengum, sigur fyrrverandi løtingsmaðurin og formaðurin í Landsstýrismálanevndini, Heini O. Heinesen, sum í mong ár umboðaði Tjóðveldisflokkin á tingi.
Millum annað hevur borið til at fingið upphøggingarstuðul til skip, sum kortini er farið út aftur til fiskiskap og at enda lagt, og fiskiloyvi og fiskidagar sundurlimað til fleiri skip at liva av.
Løgtingið hevur gjørt fleiri lógir, sum skulu hjálpa upp á støðuna í fiskivinnuni, sum ikki ókent gongur upp og niður, sigur Heini. Men so koma onkrir smartir fýrar og finna hol her og har, og tey verða so tambað og útnyttað út í odd og egg fyri egnan løtuvinning. Verður talað at, er tað eisini komið fyri, at Løgtingið við at láta sum einki hevur góðkent lógarbrot og gjørt tey lóglig, sigur hann.
?Tað líkist svarta ongum, at eitt nú skip, sum hava fingið upphøggingarstuðul, skulu kunna koma aftur i flotan og fiska víðari, sum um einki var hent, heldur Heini O. Heinesen. Men vit hava fleiri dømi um tað, sigur hann.

Fiska fyri upphøggingarstuðul
Millum mong mál, Heini O. Heinesen hevur verið við at viðgjørt í Landsstýrismálanevndini, hevur eisini málið um upphøggingarstuðul, sum fleiri føroysk skip fingu undir kreppuni, sum var.
Ætlanin við hesum var heilt greitt at fáa tey brutur úr flotanum fyri á tann hátt at lætta um hjá teimum, sum eftir vóru, vísir Heini O. Heinesen á. Men tað gekk ikki altíð, sum hugsanin við lógini var. Hinvegin hendi tað meira enn so, at skip, sum høvdu fingið upphøggingarstuðul, vórðu seld øðrum og komu aftur í flotan, sum um einki var hent. Talan var um reina spekulatión við almennum pengum. Og tað gekk fínt, sigur fyrrverandi løgtingsmaðurin.
?Vit áttu at gjørt, sum teir gjørdi í eitt nú Danmark. Har var eingin slingur í valsinum Eitt skip, sum fekk upphøggingarstuðul, varð forkomið. Vit sóu, at rímiliga nýggj eikiskip í fínum standi, vórðu sagað sundur, tí tey skuldu úr flotanum. Tað fóru tey so eisini har, men ikki altið hjá okkum, sigur Heini O. Heinesen.

Handlað fleiri ferðir
Dømi eru um skip, sum er handlað fleiri ferðir gjøgnum landskassan. Fyrst við upphøggingarstuðuli og síðan við fiskiloyvum og -døgum.
Í samband við viðgerð av málum um upphøggingarstuðul, sum Landsstýrismálanevndin viðgjørdi í 2002, varð ein listi gjørdur við nøvnum á skipum, sum høvdu fingið upphøggingarstuðul.
Í grein í Dimmalætting, tá málið var fyri í Landsstýrismálanevndini, varð víst á, at fleiri av teimum skipum, sum stóðu á hesum listanum, framvegis vóru í vinnu.
Og tað eru summi teirra enn, og onnur eru pettað sundur og brúkt sum grundarlag undir fleiri størri skipum.
Eitt av hesum skipum, sum stóð á listanum hjá Landsstýrismálanevndini, var útróðrarbáturin Havbúgvin, sum undir øðrum navnið hevði fingið upphøgingarstuðul. Eftir at táverandi eigarin hevði fingið upphøggingarstuðul útgoldnan, varð báturin seldur og fór aftur í vinnu. Báturin er síðan aftur seldur og lagdur, men fiskiloyvi og fiskidagar vórðu seld víðari hvørt sær til tvey ymisk skipa at brúka.