Svanhild Joensen heiðrað av drottningini

Í sambandi við at Svanhild Joensen í Havn hevði starvast innan skúlafyrisiting í 40 ár, var móttøka á Mentamálaráðnum fríggjadagin 29. august.

Á samkomuni handaði Bjarni Wilhelm, fyrisitingarleiðari á Mentamálaráðnum, Svanhild, "fortjenestemedaljuna" frá drotningini, fyri trúgva tænastu.
Á móttøkuni seinasta fríggjadag vóru umleið 150 fólk.