Tað eru tvey lið, ið eru í aldudalinum, sum seinnapartin hittast á Argjum. AB hevur bara vunnið einaferð í fjúrtan teimum fyrstu royndunum, og HB hevur ikki vunnið sjey tær seinastu ferðirnar.
Tvey nýggj nøvn eru á AB listanum ídag. Dion Splidt og Jobin Drangastein eru tøkir. Símun Hansen er nýggjur á Argjum, men hann hevur ikki loyvi at spæla ídag.
AB er undir strikuni, og tað ber trýst við sær, hóast talan ikki er um panikk:
-Vit kenna okkum sannførdar um, at tað fer at gleppa, og vit halda avgjørt, at møguleiki er fyri, at tað verður ímóti HB, sum vit fyrr í ár hava megnað málleysan javnleik ímóti í Gundadali. Nú er størri kapping um plássini, enn tað hevur verið, og tað fer vónandi at síggjast aftur. Spælararnir vita, at teir eiga at avrika betri, enn teir gjørdu á Skála fyri viku síðani, og vit eru ógvuliga fokuseraðir at avrika væl ímóti HB. So fæst at síggja, hvør úrtøkan verður, sigur AB venjarin Trygvi Mortensen.
Síðani vónbrotið á Skála eru Rói Danielsen og Símun Samuelsen tøkir aftur.
HB venjarin Jan C. Dam var væl nøgdur við leikliga avrikið og hugburðin í málleysa javnleikinum ímóti B36 síðsta sunnudag. HB hevur ikki vunnið í landskappingini í tveir mánaðir. 20. apríl endaði tað við 1-0 heimasigri ímóti B68. Síðani tá hevur úrtøkan verið tvey stig!
-Vit arbeiða miðvíst, og vit rokna avgjørt við, at tað nú fer at gleppa. Avrikini ímóti bæði Víkingi og B36, sum eru millum tey fremstu, hava verið góð, sigur Jan C. Dam.
Arnbjørn T. Hansen og Pál Mohr Joensen eru framvegis skaddir.