Svangaskarð besta boðið

Hóast tosað hevur verið um dyst á graslíkinum í Gundadali, so heldur Brian Kerr, at Svangaskarð framvegis er besta staðið til heimadystir

Fótbóltur

Beint undan ársskiftinum stóð greitt, at FSF nú sjálvt kann velja, um heimadystirnir hjá A-landsliðnum skulu spælast á grasi ella graslíki. Hetta tí vøllurin í Gundadali nú hevur allar neyðugar góðkenningar.
Landsliðsvenjarin ivast ikki í, at tað er neyðugt hjá føroyingum at fáa í lag eitt orðaskifti um evni, men sjálvur er hann eitt sindur í iva um, hvussu stórur fyrimunurin hevði verið við graslíki.
- Nýggju graslíkisvøllirnir sum tann í Gundadali eru jú framúr góðir. Bólturin ferðast skjótt, og tú verður ikki bilsin um, hvussu hann støkkur í vøllinum. Og tí ivist eg, um hetta hevði verið nakar fyrimunur hjá okkum. Og so eru tað eisini sitiplássini, sum jú eru rættiliga avmarkað í tali.
- Og skal eg sjálvar taka útgangsstøði í seinasta heimadystinum, sum var móti Litava, so eri eg sjálvandi ikki í iva. Svangaskarð er vøllurin, har vit hava fingið bestu úrslitini. Ikki bara móti Litava, men eisini móti eitt nú Skotlandi. Tað er eitt stað, har mótstøðuliðini ikki dámar at fara, og tað haldi eg, at vit eiga at gera okkum dælt av. Tað er jú tað sama, sum tá vit spæla móti stóru tjóðunum, og tey leggja dystin langt frá meginøkinum. Tað nervar okkara fyrireikingunum, so eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki skulu nýta somu snildir, tá vit fyrireika okkara landslið, sigur Brian Kerr.