Svanar hvíla seg á Skálafjørðinum

Í morgun sótu hesir báðir svanarnir í fjøruni innanfyri Skipanes At síggja svan í Føroyum, er ikki óvanligt. Hetta er fuglur, sum kemur fram við okkum og setur seg her nakrar dagar, áðrenn leiðin verður løgd, hagar fuglurin heldur til um heystið og veturin.

Vanligt er, at svanar síggjast sita á vøtnunum ella við slætta fjøru, har lætt er at koma upp á land.

Stundum sita teir uppi á landi, og stundum liggja teir og damla fram við landi.

Oljan, sum setti inn á Skálafjørðin fríggjakvøldið og leygardagin, hevur eftir øllum at døma ikki gjørt skaða á hesar báðar vøkru fuglarnar.