Svam 8 tímar í orkan og bjargaði lívinum

Í samrøðu við norska blaðið Nordlys, greiðir 48 ára gamli útróðrarmaðurin, Harald Figenschou, nemandi frá, hvussu hann á seinasta degi í oktober í 2001 bjargaði sær lívinum, tá 35 fót stóri útróðrarbáturin hjá honum koppaði. Í orkan svam hann í átta tímar í yvirlivilsisdrakt einar 7-8 kilometrar og bjargaði sær at enda í land í stórum aldubrotum.

Beiggi hansara var eisini við á hesi ferðini. Báðir fóru teir í bjargingarbátin, men tað tók bert stutta tíð, so fór bjargingarbáturin í smildur í ódnarveðrinum. Í eina løtu sótu teir uppi á botninum á hálvda bjargingarbátinum, men tá hesin rak móti einum bergi, har teir ongan møguleika høvdu at yvirliva, gjørdu teir báðir av at rýma frá bátinum og seta sítt álit á yvirlivilsisdraktina.

Í eina lítla løtu fylgdust teir so nøkulunda á havinum, men í eini stórari aldu, sum skolaði oman yvir teir og trýsti teir niður í kalda sjógvin, misti Harald beiggja sín burtur og sá hann ongantíð aftur. Tíma fyri og tíma eftir royndi hann at halda sær á lívi og royndi at sleppa sær burtur frá berginum, sum var stutt innanfyri.

Tá Harald hevði ligið í sjónum í einar átta tímar, visti hann, at nú noyddist hann skjótt at sleppa upp á land onkra staðni, men hann stúrdi fyri løtuni, tá hann nærkaðist landi og endaði inni í briminum. Hann kendi umhvørvið á leiðini, men visti ikki heilt, hvar grót var fram við landi, og hvar hann møguliga kundi sleppa upp, har sandur var.

Nú hevði hann ligið so leingi í sjónum, at hann at enda noyddist at taka kjansin at nærkast landi. Harald endaði inni í briminum, og tað eydnaðist honum at sleppa upp á turt. Hann lá leingi í fjøruni, áðrenn hann orkaði at reisa seg og leita sær upp eina smáttu, sum hann helt var í nærumhvørvinum. Nú var hann so troyttur, at hann sá sjónir, og tá hann helt, at tað var smáttan, hann sá, var tað bara ein stórur steinur.

At enda kom hann fram til smáttuna. Komin innar tendraði hann gassið og festi eld í stearinljós, sum hann fann í smáttuni. Hann fór ikki úr yvirlivilsisdraktini, fyrr enn hiti var komin í smáttuna. Sum seinnaparturin á degnum leið, komu bjargingarfólk fram á Harald í smáttuni. Hann endaði á sjúkrahúsi, og skjótt merkti hann, at pína var í øllum kroppinum.

Beiggi hansara, sum var við á bátinum henda feigdardag, kom ongantíð aftur í aftur. Báturin hjá Haraldi, sum kallast Varg, varð bjargaður, tó at hann var rættiliga illa farin og hevði verið runt í sjónum - í minsta lagi einaferð. Útróðrarmaðurin keypti bátin aftur frá tryggingini og setti hann í stand aftur.

Nordlys hevur skift orð við Harald Figenschou, sum tá hann hendan dagin lá á havinum í kolandi ódn, átti konu og fýra børn, sum bíðaðu honum heima við hús. Maðurin er framvegis útróðrarmaður, og hóast veðurvánirnar hendan feigdardag vóru hampiliga góðar, sigur hann, at hendingin hevur gjørt hann enn meira varnan og bevístan um, hvussu umráðandi tað er at tryggja seg sum best á havinum.

Hetta er ein rørandi søga - ein søga um, hvussu umráðandi tað er, at trygdarútgerðin er í lagi. Hetta er eisini ein søga um, hvussu nógv ber til, tá lívsvilji er, tá høvdið verður hildið kalt, og tá skil verður brúkt - enntá undir ringast hugsandi umstøðum.