Tað er týsdagur, og eg leiti mær inn á Baresso í hjartanum av Keypmannahavn. Her skal eg hitta Sissal og Moniku, sum báðar júst eru afturkomnar úr norðasta býnum á jørðini, Longyearbýnum. Tær báðar keypa sær ein cafe latte og práta um leyst og fast, men beinan vegin prátið kemur inn á Svalbarð, broytist huglagið við borðið, og eygu teirra tykjast lýsa upp av kærleika til hetta fjarskotna stað heilt har norðuri í Norðuríshavinum. Tær báðar flenna sjálvar at teirra avgerð um at fara til Svalbarð, men ásanna, at tær í nakrar mánaðir traðkaðu inn í ein annan heim. Ein heim, har náttúran eigur seinasta orðið.
Tá ið tær kundu velja allan heimin at lesa í, valdu tær Svalbarð. Tað kann helst tykjast undrunarvert fyri mong, men Monika og Sissal vóru als ikki í iva, tá ið avgerðin skuldi takast.
Sissal hevur lisið alisfrøði á universitetinum í Keypmannahavn, og tá hon skuldi skriva sína endaligu ritgerð um klimabroytingar, valdi hon at leita sær til Svalbarð og uppliva náttúruna,tá ið hon er sterkast.
Í Svalbarð er eitt fróðskaparsetur, ið bjóðar lærugreinir, sum snúgva seg um náttúru. Og í Svalbarð fært tú eisini møguleikan at fara út í náttúruna at gera egnar kanningar. Sissal varð so bitin av Svalbarð, at hon lokkaði vinkonuna Moniku at flyta hagar eisini.
Monika hevur útbúgving sum make-up artist og stilist, og hevur altíð elskað pulserandi stórbýarlívið í Keypmannahavn. Men eisini hon fall til í Svalbarð.
- Eg hoyrdi á Sissal, hvussu glað hon var fyri Svalbarð, og tí gjørdi eg av at royna tað eisini, sigur Monika.
Monika tekur í hesum døgum einstakar lærugreinir umvegis internetið, og tí var eingin trupulleiki hjá henni at flyta við vinkonuni.
Tú skalt ikki taka avgerðir
Nógvir føroyingar vita lítið um Svalbarð. Vit seta tað í samband við fiskiskap, og nógv mugu helst viðganga, at tey ikki vita, at Svalbarð hevur eitt fróðskaparsetur. Tær báðar hava ásannað, at føroyingar vita einans um Svalbarð, tí føroysk skip fiska har, meðan danir als ikki kenna til staðið.
- Vit billaðu viðhvørt fólki har heima inn, at vit vóru farnar til skips. Tað var jú tað, sum tey hildu frammanundan, greiða tær báðar flennandi frá.
Gerandisdagurin í Svalbarð er ógvuliga nógv øðrvísi enn gerandisdagurin í Keypmannahavn. Pulserandi stórbýurin krevur av tær, at tú hvønn dag verður noyddur at taka avgerðir av nógvum ymiskum slag. Spurningar um, hvussu ein skal fara inn í skúlan, hvat ein skal lata seg í, hvat ein skal keypa til nátturða og so framvegis fylla stóran part av gerandisdegnum í stórbýnum. Men í Svalbarð er einki ivamál. Tú gert tað, sum náttúran loyvir tær.
- Vit noyddust ongantíð at taka nakra avgerð. Vit vóru hvønn dag ílatnar skíðundirklæðir, termodrakt og stórar stivlar, og av tí sama hugsaðu vit ikki um útsjónd ella nakað líknandi, siga tær báðar.
Monika og Sissal búðu 30 minuttir frá skúlanum í einum næmingaheimi, sum hýsti øllum lesandi í Longyearbýnum.
- Vit sótu inni, og vit ótu tað, vit fingu fatur á. Har er ein handil, sum hevur lítið úrval, so møguleikarnir vóru ikki nógvir, greiða Monika og Sissal frá.
Tann stóru munurin ímillum Svalbarð og Keypmannahavn er, at eingin skal nakrantíð nakað. Øll eru til staðar, har tey eru.
- Vit vóru altíð saman við teimum, sum vit búðu saman við, og vit noyddust ikki at avtala nakað. Øll kundu altíð alt, tí tað er eingin annar møguleiki í Svalbarð, siga Monika og Sissal, sum hildu tað vera frálíkt at liva í so avslappaðum umhvørvi.
Ísbjarnirnar ráða
Í Longyearbýnum eru ísbjarnir ein partur av kalda veruleikanum. Her búgva 2500 fólk, og sagt verður, at 3000 ísbjarnir eru í nærumhvørvinum.
Tað er eisini ein veruleiki, sum tey lesandi í Longyearbýnum mugu taka støðu til.
- Um vit fóru út um býarmarkið, so skuldi vit hava byrsu, neyðbluss, gps’ara, følipinn, spaka og ljóðrevolvara við okkum, so vit kundu verja okkum, um ein ísbjørn gjørdist ov nærgangandi, greiða tær báðar frá.
Lógarverkið í Svalbarð er eisini merkt av villu náttúruni, tí í Svalbarð er tað ólógligt at læsa úthurðina, tí ein og hvør skal hava møguleikan fyri at sleppa inn í eini hús, um ein ísbjørn gerst ov ágangandi .
Í fjørsummar varð ein drongur, ið var í lestrarørindum í Longyearbýnum, dripin av eini ísbjørn, so tað er eingin ivi um, at vandin er til staðar.
Meðan Monika og Sissal vóru í Svalbarð, var tað bølamyrkt alt samdøgrið, og tí var trupult at síggja langt, og ikki minst, at síggja eina ísbjørn í øllum kavanum.
- Vit vóru bangnar viðhvørt, tí tað er ikki vanligt fyri okkum at noyðast at hava eina byrsu við okkum. Men tað er eisini nakað, sum man venur seg við, greiða tær báðar frá.
Lesandi, sum leita sær til Longyearbýin, fáa drúgva venjing í, hvussu ein skal uppføra seg í náttúruni í Svalbarð. Og hetta viðførir, at tey lesandi vita, hvat tey skulu gera, um tey koma framvið eini ísbjørn. Men Monika og Sissal eru fegnar um, at tær ongantíð hittu eina ísbjørn, og tí ongantíð fingu tørv á byrsuni.
Balsam fyri sálina
Mangan verður tosað um vetrartunglyndi og hvussu stóran tørv, vit menniskju hava á ljósi. Ein kundi tí hugsað sær, at tunglyndi er gerandis kostur teir bølmyrku mánaðirnar í Svalbarð. Men soleiðis er ikki. Monika og Sissla staðfesta, at tær saknaðu ikki sólina.
- Vit hugsaðu als ikki um, at tað var so myrkt. Vit vandu okkum beinan vegin við tað, og tí var tað ótrúliga løgið, tá ið tann fyrsti sólglottin umsíðir kom. Tá hildu vit, at tað var ótrúliga sterkt dagsljós, sum vit sóu, men síðani hava vit funnið útav, at tað í veruleikanum einans var ein myrk skýming, siga tær báðar brosandi.
Sissal flutti til Svalbarð, áðrenn sólin hvarv í suðri, meðan Monika upplivdi teir fyrstu mánaðirnar í Svalbard í bøla myrki.
- Tað tók mær tríggjar vikur at finna útav, hvussu fjøllini sóu út rundan um okkum. Eg sá einans býin, tí har var ljós, men náttúruna sá eg als ikki, fyrr enn sólin aftur steig upp úr havsbrúnni, greiðir Monika frá.
Men kortini var einki tunglyndi at merkja hjá teimum báðum. Tær saknaðu einki, og tær elskaðu tíðina í Svalbarð.
Frítíðarítriv í Svalbarð eru eisini merkt av ógvusligu náttúruni, tí at standa á skíð og snowboard er ein fastur partur av gerandisdegnum.
Nú eru tær báðar komnar aftur til Keypmannahavnar, men tankarnir leita framvegis til primitiva býin norðast á knøttinum, har einans náttúran setir dagsskránna.
- Eg byrji so smátt at ilskast inn á hendan stórbýin, sum á mangan hátt tykist grunnskygdur, sigur Monika.
Hon setir spurnartekin við, um stórbýarlívið kortini er nakað fyri hana.
- Vit vilja báðar so gjarna aftur til Svalbarð at njóta friðin og náttúruna har. Eg vil mæla øllum til at vitja Longyearbýin, tí tað er eitt fantastiskt stað, staðfestir Monika.
Um tær báðar fara aftur til Svalbarð, er enn ikki greitt, men sum tær sjálvar siga: Vit eru nú óloysiliga knýttar at Svalbarð.
(sitat)
Í Svalbarð er tað ólógligt at læsa úthurðina, tí ein og hvør skal hava møguleikan fyri at sleppa inn í eini hús, um ein ísbjørn gerst ov ágangandi .









