Svøvtrot kann geva ungum tunglyndi

Tannáringar, sum fáa ov lítlan svøvn, eru í nógv størri vanda fyri at fáa tunglyndi ella aðrar sálarligar líðingar enn teir javnaldrarnir, sum fáa tann neyðuga svøvnin Tað er niðurstøðan hjá granskarum á Columbia University í USA, sum hava kannað viðurskiftini hjá 15.600 tannáringum.

Í kanningini sæst, at hjá tannáringum, sum fara í song á midnátt ella seinni, er vandin fyri at fáa tunglyndi 25 prosent størri enn hjá javnaldrunum, sum fara til songar klokkan 22.

Kanningin vísir eisini, at ungfólk, sum sova lítið, eru í størri vanda fyri at fáa tankar um sjálvmorð.

Danski læknin Allan Hvolby, sum er svøvnserfrøðingur, sigur við DR, at amerikanska niðurstøðan er sera áhugaverd og gevur nýggja vitan.