Triði hvør dani trupulleikar við at sova um náttina, tí tey liggja og hugsa um arbeiðið, og tað kostar samfelagnum nógvar pengar. Søren Berg, sum er serfrøðingur innan soviheilivág, sigur við Avisen.dk, at vantandi svøvnur elvir til óhapp og vanlukkur, verri heilsu, meiri heilivágnýtslu og styttir harafturat lívið.
Tað sama sigur Mikael Rasmussen, ið arbeiðir hjá Center for Stress og Trivsel, og sum hevur drúgvar royndir í at læra flúgvileiðarar, hvussu teir skulu sleppa undan at gera mistøk.
-Trupulleikar við svøvninum gera, at fólk duga verri at taka avgerðir, minnið versnar, og tey gera fleiri mistøk, sigur hann við Avisen.dk.









