Svørtu veljararnir reka teir hvítu yvir til Hillary Clinton

Tann stóri stuðulin, sum Barrack Obama fær ímillum teir evørtu veljararnar í USA, er í ferð við at reka teir hvítu veljararnar yvir til Hillary Clinton

Í Wisconsin, Virginia og fleiri øðrum statum fekk Barrack Obama heldur fleiri atkvøður frá teimum hvítu veljarunum enn Hillary Clinton, men á valunum í Texas og Ohio var støðan broytt. Í Ohio fekk Hillary Clinton 65 prosent av teimum hvítu atkvøðunum, og í Texas valdu 56 prosent av teimum hvítu veljarunum hana.

 

Ronald Walters, sum er professari á lærda háskúlanum í Maryland, heldur, at tann stóri stuðulin, sum Barrack Obama hevur fingið ímillum teir svørtu veljararnar, hevur gjørt tað lættari hjá Hillary Clinton at fáa fatur á teimum hvítu veljarunum.

 

Politisku eygleiðararnir í USA eru á einum máli um, at dysturin ímillum Barrack Obama og Hillary Clinton hevur fingið óvanliga nógvar svartar veljarar at greiða atkvøðu. Í summum statum er talið tvífaldað. Tað kann koma Obama til góðar í teimum svørtu býlingunum í Philadelphia, men samstundis skal hann hava undirtøku frá nógvum av teimum hvítu veljarunum í Pennsylvania, skal hann ikki tapa uppstillingina har, siga eygleiðararnir.

 

Uppstillingarvalið í Pennsylvania verður tann 22. apríl. Tær seinastu kanningarnar vísa, at var val har nú, hevði Hillary Clinton fingið 10 prosentstig meiri enn Barrack Obama.