Svørt lygn á svartalista

Á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag stendur ísfiskatrolarin Edna framvegis á svartalista, sum felagið rópar tað. Eftir at felagið hevði sett skipið á henda lista, hevur Føroya Fiskimannafelag skoytt hesar reglur upp í orðingina undir yvirskriftini: Edna - reiðarin meldaður fyri hóttan:

“Reiðarin á Ednu var ikki blíður, tá manningarfeløgini kravdu, at hann skuldi halda sáttmálan. Hann gjørdi ikki mætari enn at hótta ein av manningini. Hetta var so mikið álvarsamt, at maðurin var noyddur at rýma. Løgreglan er komin upp í málið, og væntandi verður ákæra reist móti reiðaranum…”

Reiðari, skipari og eigari av Ednu er Suni Jakobsen. Hann sigur, at tá hann las hesar seinastu reglurnar, ringdi hann til formannin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, og spurdi, um hann kundi siga sær, hvat hetta mál snýr seg um.

- Jú, tað lovaði Jan at siga mær, tá eg kom oman á skrivstovu felagsins. Men, tá eg kom á gátt, vildi hann ikki siga mær tað kortini.

Suni Jakobsen sigur, at hann síðan hevur vent sær til sakførara sín, sum aftur hevur vent sær til Fútaskrivstovuna.

Í brævi til fútan, vísir sakførarin hjá skiparanum og reiðaranum á, at skuldsetingin um hóttan stendur enn á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag, og tí hevur tað stóran týdning fyri reiðaran at fáa at vita, um hann veruliga er meldaður. Lagt verður aftrat, at sjálvur kennur skiparin ikki til nakað mál, og Føroya Fiskimannafelag vil heldur ikki siga honum, hvat málið snýr seg um.

Í skrivi til sakføraran hjá Suna Jakobsen, sum Portalurin eisini hevur sæð, sigur Fútaskrivstovan seg ikki kenna til nakað mál í teirra journalum um, at skiparin hevur hótt nakran mann – og at løgreglan er komin upp í málið.