Ein kvinnuligur sjálvmorðsbumbari, ein sokallað svørt einkja, sprongdi í gjár seg sjálva í luftina í russiska Dagestan-lýðveldinum, sum liggur har norðuri í Kaukasus.
Kvinnan var stødd mitt í miðbýnum í høvuðsstaðnum í Dagestan, Makhachkala, tá hon læt spreingiløðingina, sum hon hevði uppi á sær, ganga av. Í minsta lagi 11 fólk fingu løstir, upplýsir politiið á staðnum fyri AP-tíðindastovuni.
Tilburðurin fór fram fimm dagar eftir at átta fólk lógu eftirá, tá bilbumbur brustu har í býnum.
Dagestan, sum er granni við Tjetjenia, Aserbajdsjan, Kalmýkia og Georgia, er nú tað mest ófriðarliga av lýðveldunum á Kaukasus-leiðini.