Svøríki vil síggja kanning av flogvanlukku

Svenski forsætisráðharrin krevur fult gjøgnumskygni í kanningunum um flogvanlukkuna í Iran.

Tað skrivar Stefan Löfven, forsætisráðharri, í einum telduposti til svensku tíðindastovuna TT.

Stefan Löfven upplýsir, at hann í gjár var í samband við kanadiska forsætisráðharran, Justin Trudeau, og teir eru samdir um, at øll lond, sum eru rakt av vanlukkuni, eiga at vera við í kanningunum.

Minst tíggju sviar eru millum tey 176 deyðu í vanlukkuni, tá eitt ukrainskt ferðafólkaflogfar datt niður nærindis Teheran mikudgin.

 ##med2##

/ritzau/