Svøríki: Veljararnir venda stóru flokkunum bakið

Nýggj veljarakanning vísir, at tað er javnt millum blokkarnar, nú val verður í Svøríki um eina viku

Svenska valstríðið er í hæddini nú ein viku er til svenska ríkisdagsvalið. Veljarakanningar verða kunngjørdar næstan hvønn dag og nýggjasta veljarakanningin er ikki kærkomin lesnaður hjá teimum stóru flokkunum. Veljarakanningin hjá Aftonbladet og Inizo vísir nevniliga, at allir teir stóru flokkarnir missa undirtøku, nú endaspurturin er byrjaður.


Leingi hevur verið greitt, at Sosialdemokratarnir og svenski forsætisráðharrin Stefan Löfven standa til at fáa eitt vánaligt val. Til seinasta val atkvøddu 31,2 prosent av svenskarum fyri flokkinum, men í veljarakanningunum hjá Aftonbladet og Inizo hevur flokkurin ligið millum 24 og 24,9 prosent. Í nýggjastu veljarakanningini er undirtøkan tó minkað niður í 23,1 prosent, aftaná at hon var 24 prosent í síðstu viku.


Tað er tó ikki líkt til, at veljararnir fara til hinar stóru flokkarnar, tí eisini teir missa undirtøku samanborið við kanningina í síðstu viku. Í staðin er tað Vinstriflokkurin, ið tykist at fáa veljararnar hjá Sosialdemokratunum. Flokkurin fer í nýggjastu veljarakanningin fram við 1,3 prosentstigum og fær tilsamans 10,3 prosent. Um tað úrslitið heldur, so ger flokkurin eitt rimmarval, tí fyri fýra árum síðan fekk flokkurin einans 5,7 prosent av atkvøðunum.


Moderatarnir, ið vanliga hevur verið størsti flokkurin á borgarliga veinginum, hava heldur ikki havt nógv at gleðast um síðstu árini. Til seinasta val fóru teir aftur við 6,8 prosentstigum og fingu 23,2 prosent. Sambært veljarakanningunum tykist tann afturgongdin einans at halda fram. Flokkurin fær 19,5 prosent í veljarakanningini, ið er 0,8 prosentstig minni enn fyri einari viku síðan.


Eina løtu tóktist, at Svøríkidemokratarnir kundi gerast næststørsti flokkur í Svøríki, men í veljarakanningunum seinastu vikurnar er framgongdin hjá flokkinum steðgað og fáa teir sambært veljarakanning 18,1 prosent, ið er 0,6 prosentstig minni enn í síðstu kanning. Kortini er talan um ein vøkstur á 5,2 prosent samanborið við valið fyri fýra árum síðan.


Um hugt verður eftir teimum smærri flokkunum er ymiskt hvussu teir klára seg í veljarakanningini samanborið við seinasta val. Umhvørvisflokkurin fær 5,6 prosent, ið er ein afturgongd á 1,2 prosentstig, Kristindemokratarnir fáa 6 prosent, ið er ein framgongd á 1,4 prosentstig, Miðflokkurin fær 8,5 prosent, ið er ein framgongd á 2,4 prosentstig, og teir Liberalu fáa 5,9 prosent, ið er 0,5 prosentstig meira enn seinast.


Sambært kanningini hjá Aftonbladet er tað sostatt einans 1,1 prosentstig millum bláa og reyða blokkin. Tann blái blokkurin fær 39,9 prosent av atkvøðunum, meðan teir reyðgrønu flokkarnir fáa 38,8 prosent av atkvøðunum.