Svøríki tapti ímóti Ukraina

Svøríki tapti 1-0 ímóti Ukraina um vikuskiftið. Svøríki hevur tikið lut í 12 EM og HM-endaspølum áður, og svenskarar hava ongantíð áður tapt tann síðsta venjingardystin áðrenn eitt endaspæl. Nú Svøríki skal til sítt 13. endaspæl koppaði hendan stolta siðvenjan. Málið hjá Ukraina skeyt Sergei Nazarenko í 87. minutti. Svensku áskoðarnir vóru alt enn nøgdir við, at Svøríki tapti síðsta venjingardystin áðrenn EM-endaspælið. Danmark leikti á útivølli ímóti Póllandi, og eins og hóskvøldið ímóti Hollandi fekk Danmark aftur ein 1-1 javnleik. Martin Vingaard legði Danmark á odda í 28. minutti, Jacek Krzynowek javnaði beint áðrenn steðgin. Pólland brendi eitt brotsspark í 1. hálvleiki. Holland vann á heimavølli 2-0 á Wales, eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Arjen Robben og Wesley Sneijder skutu málini hjá Hollandi.