Svøríki er eitt av fáu londunum í Evropa, sum hevur stóra búskaparliga framgongd, og hetta sæst millum annað aftur í svensku byggivinnuni.
Stórar byggisamtøkur, eitt nú PEAB, NCC og Skanska, hava nú lýsingarátøk eftir handverkarum í donskum bløðum, skrivar Business-Line, www.bl.fo
Sostatt kann væntast, at ein størri hópur av donskum handverkarum flýggjar undan danska arbeiðsloysinum yvir til grannalandið fyri eystan, at vinna til dagsins uppihald.
Sum skilst, er tørvurin stórur eftir donskum handverkarum, serliga fólki innan timburfakið, ið hava áhuga at royna eydnuna hinumegin sundið. Fyribils hava 40 handverkarar tikið av møguleikanum fyri nýggjum arbeiði í Svøríki.
Nógva virksemið í svensku byggivinnuni innan byggi- og anleggsarbeiði ger, at svensku entreprenørarnir sera fegnir vilja hava fáa fatur á danskar handverkarum, sum teir meta at vera sera dugnaligar, sigur Chris Fryman, á Jobcenter København.