Svenska íshokkilandsliðið ?Tre Kronor? vann 3-0 á finska landsliðnum ?Lejonit? (leyvurnar). Svøríki kom á odda longu aftaná góðar 7 minuttirs spæl. Tað var Louis Erikson, sum legði Svøríki á odda, aftaná.
Í aðru periodu økti Nicklas Bæckstrøm fyrst til 2-0 og løtu seinni økti Louis Erikson til 3-0. Seinastu periodina kom einki mál.
Finnland sleppur tó beinleiðis til fjórðingsfinaluna, tí teir eru besti tveyarin í innleiðandi kappingini. Finnland hevur eitt stig meira enn Kanada, sum tapti 3-5 ímóti USA í nátt, og Finnland hevur eisini betri málmun enn Kekkia, sum eins og Finnland hevur 6 stig í sínum bólki.
?Tre Kronor? hava fult stigatal aftaná innleiðandi bólkaspælið. Svøríki vann 2-0 á Týsklandi og 4-2 á Hvítarusslandi. Finnland vann 5-1 á Hvítarusslandi og 5-0 á Týsklandi, og tað kom teimum til góðar, tá teljast skuldi upp.
12 lið eru við í OL-kappingini. USA, Russland, Svøríki og Finnland eru klár til fjórðingsfinalurnar.
Kekkia, Slovakia, Lettland, Hvítarussland, Týskland, Sveis, Kanada og Noreg skulu spæla um rættin at vinna seg í fjórðingsfinaluna.