Í dag kom minniligt eitt úrslit í HM-troystkappingini ?Presidents Cup?, og var tað Svøríki, sum slapp at seta eitt ordans HM-met.
Svenska kvinnulandsliðið skrivaði seg í hondbóltssøgubøkurnar í dag, tá tær vunnu heili 66-21 á Australia, sum er størsti HM-sigur nakrantíð.
Svensku kvinnurnar hava ikki somu avrik at vísa á sum donsku og norsku kvinnurnar, men nú hava tær so megnað nakað, sum hvørki norsku ella donsku kvinnurnar hava megnað higartil.
Tað vóru serliga vengurnir, Matilda Boson og Jenny Wikensten, sum høvdu ein góðan dag. Matilda Boson skeyt 12 mál, meðan Jenny Wikensten skeyt 11 mál.
Svøríki gjørdist eisini í dag tað fyrsta liðið í søguni, sum hevur skotið meir enn 60 mál í einum dysti í einum HM-endaspælið í hondbólti.