Svenska public service útvarpsstøðin, Sveriges Radio, hevur kannað, hvussu so mangir útlendingar megna at halda seg fjaldan í Svøríki. Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at mynduleikarnir herfyri fráboðaðu okkurt um 10.000 fólk í Svøríki, sum hava mist loyvi at vera har, men kortini ikki eru funnin av myndugleikunum.
Svenski miðilin hevur tosað við fleiri fólk, sum útleiga ella selja persónsupplýsingar á netinum. Eitt nú hevur ein svenskur borgari, sum upprunaliga er frá fyrrverandi Sovjetiska samveldinum, sagt við útvarpsstøðina, at hann kann útleiga sínar persónsupplýsingar og konto nummar fyri 2000 krónur um mánaðin.
Á russiskt talandi heimasíðum verður hetta enntá lýst við á opnum stað, sigur svenski miðlin. Málbólkurin eru fólk, sum arbeiða ella uppihalda seg í Svøríki uttan loyvi.
Maðurin, sum fyri stuttum koyrdi ein lastbil inn í mannamúgvu á Drottninggata í Stockholm, har hann drap fýra fólk og løstaði 15, er ein teirra, sum helst nýtti hesi følsku pappírini.
Eftir at svenski miðilin hevur kannað hetta málið verður meint, at tað er lætt at svikað um persónsupplýsingar í Svøríki, eins og tað letur seg til at vera ein útbreiddur trupulleiki, tí mitt millum russisku reklamurnar um gerandisvørur, eru eisini lýsingarnar um følsk pappíri. Hesar lýsingarnar leiða til, at fólk handla við samleikaprógvum.
Sambært Sveriges Radio kann man í dag keypa alt frá einum fyribils samleikakortið til eitt prógv upp á svenskan borgaraskap, sum kostar upp í 80.000 krónur.