Svøríki: Royndu at festa eld í sýnagogu

Svenska løgreglan hevur handtikið tríggjar persónar, ið royndu at festa eld í eina sýnagogu

Svenska løgreglan hevur í morgun handtikið tríggjar persónar, eftir at teir royndu at festa eld í eina sýnagogu í Gøteborg. Tað upplýsir ein talskvinna fyri svenska ákæruvaldið fyri Reuters tíðindastovuna.


Tað var í gjárkvøldið, at roynt var at festa eld í sýnagoguna, men tað eydnaðist ikki gerningsmonnunum at festa eld í sýnagoguna, og eingin persón fekk skaða í ætlaða álopinum.


Enn er óvist hvat orsøkin er til miseydnaða álopið á sýnagoguna, og um tað hevur nakað tilknýti við avgerðina hjá USA at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels.