Svenski lokalpolitikkarin Martin Strid, ið higartil hevur umboðað Sverigedemokraterna í býnum Borlänge, hevur í kvøld boðað frá, at hann trekkir seg úr flokkinum. Tað hendir eftir, at hann í gjár vakti ans, tá hann á landsfundinum hjá flokkinum tók orðið og segði, at muslimar ikki eru menniskjur. Tað skrivar Aftonbladet.se.
- Tað er ein stigi frá 0 til 100. Í tí eina endanum á stiganum er man 100 prosent fult út menniskja, ein persónur, og alt sum hugtakið inniber. Í hinum endanum er man 100 prosent muhamedanari. Allir muslimar eru eitt ella annað stað á hesum stiganum, segði Martin Strid í taluni, og legði aftrat.
- Er man limur í IS, so er man nær 100 prosent muhamedanari, men er man fyrrverandi muslimur, so er man komin langt á veg til at gerast eitt fult út menniskja.
Ikki óvæntað, so hevur talan vakt ans í Svøríki og restina av heiminum, og svenska løgreglan váttar fyri Aftonbladet, at fleiri hava meldað útsagnirnar hjá lokalpolitikaranum. Jimmie Åkesson, leiðarin fyri Sverigedemokraterna, hevur eisini í samrøðu við SVT gjørt greitt, at hann ikki tekur undir við boðskapinum hjá fyrrverandi floksfelaganum.
- Hetta er fullkomiliga vitleyst. Báði í máli og samanhangi. Hetta hendi eftir tríggjar dagar við konstruktivum og seriøsum kjaki. Síðan fer ein slík typa upp og sigur nakað so idiotiskt, segði Jimmie Åkesson við SVT í kvøld, og legði afturat.
- Hansara útsøgn kann als ikki góðtakast. Hetta er tað ringasta, ið eg nakrantíð havi hoyrt í slíkum samanhangi.
Við SVT segði floksleiðarin eisini, at hann væntaði, at Martin Strid bleiv koyrdur úr flokkinum. Tað gjørdist tó ikki neyðugt, tí í kvøld hevur hann í telduposti boðað flokkinum frá, at hann tekur seg úr flokkinum, skrivar Aftonbladet.
- Hetta fyri at tit sleppa undan óneyðuga tíðarspillu. Takk fyri hesa læruríku og áhugaverdu tíð. Góða eydnu við valinum, skrivar nú fyrrverandi SD-limurin.