Svøríki illa fyrireikað

Ein nýggj frágreiðing hjá svensku verjuni kemur til ta niðurstøðu, at Svøríki er illa fyrireikað til eitt møguligt yvirgangsálop.

Í frágreiðingini stendur, at svenska verjan er soleiðis háttað, at eindir hennara eru tungar og seinførar og tí illa egnaðar til at forða fyri einum yvirgangsálopi og tíansheldur at hevna tað skjótt.
Tey, sum hava skrivað frágreiðingina, vísa á, at svenski herurin er bara arbeiðsførur einar tveir mánaðir um árið. Tað er beint eftir nýggjár, tá nýggir hermenn eru lidnir við sína hertænastu.