Svøríki hevur hægsta liðið og Týskland tyngsta liðið

Síggj nøkur stuttlig og øðrvísi hagtøl um EM-endaspælið í Fraklandi

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA hevur funnið fram nøkur stuttlig hagtøl um liðini, sum skulu kappast í EM-endaspælinum í fótbólti.

 

Teir lægstu spælararnir í EM-endaspælinum eru hesir :

 

1. Lorenzo Insigne (Italia) – 163 sentimetrar
2. Jamie Ward (Norðurírland) – 165 sentimetrar
3. Pedro (Spania) – 167 sentimetrar

 

Teir hægstu spælararnir í EM-endaspælinum eru hesir : 

 

1. Costel Pantilimon (Rumenia) – 203 sentimetrar
2. Fraser Forster (Ongland) og Lovre Kalinic (Kroatia) – 201 sentimetrar
3. Andreas Isaksson (Svøríki) – 200 sentimetrar

 

Tey liðini, sum hava størstu gjøgnumsnittshæddina eru hesi : 

 

1. Svøríki – 186 sentimetrar
2. Eysturríki, Belgia, Kroatia, Týskland, Ungarn og Ísland – 185 sentimetrar
3. Kekkia, Pólland, Slovakia, Sveis og Ukraina – 184 sentimetrar

 

Tey liðini, sum hava størstu og minstu gjøgnumsnittsvektina eru hesi :

 

1. Týskland – 80,30 kilo
2. Svøríki – 80,17 kilo
3. Sveis – 79,70 kilo
.......
22. Ongland – 75,17 kilo
23. Spania – 74,35 kilo
24. Turkaland – 74,30 kilo

 

Tríggir teir yngstu spælararnir eru hesir : 

 

1. Marcus Rashford (Ongland) – 18 ár, sjey mánaðir og níggju dagar.
2. Renato Sanchez (Portugal) – 18 ár, níggju mánaðir og 22 dagar
3. Emre Mor (Turkaland) – 18 ár, tíggju mánaðir og 16 dagar

 

Tríggir teir elstu spælararnir eru hesir :

 

1. Gábor Király (Ungarn) – 40 ár, tveir mánaðir og átta dagar
2. Shay Given (Írland) – 40 ár, ein mánað og 20 dagar
3. Gianluigi Buffon (Italia) – 38 ár, fýra mánaðir og 12 dagar