Svøríki eigur betru tølini

Fyri 22 árum síðani vunnu sviar gull í HM kappingini, sum eisini ta ferðina var í Egyptalandi

Fyrr í dag vann Spania grannauppgerðina ímóti Fraklandi um bronsukrónurnar í HM kappingini í Egyptalandi.

Klokkan 16.30 verður finalan í HM kappingini. Aftur í finaluni verður talan um grannauppgerð. Tað eru grannarnir hvør sínu megin Oyrasund, sum hittast í Kairo – Svøríki og Danmark.

Bæði í HM og í innanhýsis uppgerðum millum Svøríki og Danmark eiga sviar betru tølini.

Sviar hava vunnið HM fýra ferðir. Fyrsta ferðin var í 1954, tá ið kappingin var í Svøríki, og sviar vunnu fialuna ímóti Vesturtýsklandi. Onnur ferðin var í  1958, tá ið kappingin var í DDR, og Svøríki vann finaluna ímóti Tjekkoslovakia. Triðja ferðin var í 1990, tá ið Svøríki vann finaluna ímóti Sovjetsamveldinum. Ta ferðina var kappingin í Tjekkoslovakia. Fjórða ferðin var í 1999, tá ið Svøríki vann Svøríki vann finaluna ímóti Russlandi. Ta ferðina var kappingin í Egyptalandi.

Danmark og Svøríki hava 235 ferðir dystast í hondbóltslandsdysti fyri menn. Svøríki hevur vunnið 134 ferðir.