Svøríki bukaði Ísland

Íslendingar vóru fyri einum ordans umgangi, tá teir vórðu sendir heim úr Svøríki við einum svíðandi 5-0 tapi. Svøríki kom tíðlig á odda við máli frá Marcus Allbäck, men eina løtu royndi Ísland at vinna seg aftur. Tað gekk tó heilt galið stutt fyri steðgin, tá Anders Svensson og Olof Mellberg øktu til 2- og 3-0. Og eftir steðgin kundu Marcus Allbäck og Marcus Rosenberg negla tveir seymir afturat í íslendsku kistuna.