HM-undankappingin
Tað mundi serliga vera í Danmark, at lagið var ringt eftir javnleikin móti Turkalandi. Danmark hevur avgjørt framvegis ein møguleika at spæla seg til endaspælið, men javnleikir á heimavølli móti tveimum av liðunum, sum eisini vilja stríðast um oddasessin er ikki júst tað, sum vekjur størstu optimismuna.
Svøríki hinvegin tykist vera væl fyri. Hesaferð leiktu teir grannauppgerð móti Íslandi, og serliga fyri steðgin var bara eitt lið á vøllinum. Ísland fekk pyntað um úrslitið eftir steðgin, men tá var ov seint til at skapa nakran spenning, og eftir tvær heilt góðar undankappingar tykist Ísland nú av álvara at vera í einum aldudali.
Noreg vann á heimavølli tryggan 3-0 sigur á Slovenia, og tó at Italia er stórfavorittur at vinna bólkin, so sær tað hampuliga gott út hjá normonnunum.
Seinasta norðanlandi í dysti var Finnland, sum á útivølli tapti 3-1 fyri Hollandi, men sum framvegis tykist hava møguleikan at spæla seg til sítt fyrsta endaspæl nakrantíð.
Aðra staðni var tað merkisvert, at Portugal reistist eftir eyðmýkingina leygardagin. 7-1 sigurin á Russlandi gav í øllum greiðar ábendingar um, at javnleikurin móti Liktenstein var ein svipsari av teimum heilt stóru. Og so er Liktenstein kanska ikki heilt so vánaligt, sum tað ofta verður gjørt til. Í øllum førum imponeraðu teir við einum tryggum 4-0 sigri á Luksemburg, har Allan Simonsen framvegis hevur fyrsta stigið sum landsliðsvenjari til góðar.
Í okkara bólki fekk Cypros nett tað sama úrslitið, sum vit gjørdu, tá Frakland vitjaði, og tykist okkara bólkur nú vera býttur soleiðis, at Írland, Frakland, Sveis og Ísrael fara at stríðast um fremstu sessirnar, meðan vit og Cypros skulu stríðast um at sleppa undan niðasta plássinum.
Úrslitini mikukvøldið
Andorra-Makedonia 1-0 (0-0)
Kasahkstan-Albania 0-1 (0-0)
Bulgaria-Malta 4-1 (1-1)
Letland-Estland 2-2 (0-0)
Armenia-Kekkia 0-3 (0-2)
Ukraina-Georgia 2-0 (1-0)
Aserbadjan-Ongland 0-1 (0-1)
Noreg-Slovenia 3-0 (1-0)
Danmark-Turkaland 1-1 (1-0)
Luksemburg-Liktenstein 0-4 (0-2)
Moldava-Skotland 1-1 (1-1)
Serbia-Montenegro-San Marino 5-0 (2-0)
Ísland-Svøríki 1-4 (0-4)
Litava-Spania 0-0
Írland-Føroyar 2-0 (2-0)
Holland-Finnland 3-1 (2-1)
Cypros-Frakland 0-2 (0-1)
Norðurírland-Eysturríki 3-3 (1-1)
Italia-Hvítarussland 4-3 (2-0)
Wales-Póland 2-3 (0-0)
Portugal-Russland 7-1 (3-0)