Svøríki stendur seg best á seinasta styrkislistanum hjá FIFA, tá ið talan eru um norðurlendsku londini. Svøríki er nummar 15 á listanum. Danir hava stundum átt munin á svium, men Danmark er farið fýra pláss aftur á seinasta listanum er nú nummar 22. Finnland er nummar 33, Noreg nummar 43, og Ísland er nummar 86 á listanum hjá FIFA, sum verður dagførdur einaferð um mánaðin.