Svínoyggin vil ikki vera grøn

SEV og Svínoyar bygdaráð vilja ikki hava nakað við Kára Thomsen og hansara felag at gera og Svínoyar bygdaráð hevur ikki viðmælt eini stórari ES orkuverkætlan í oynni. Kári Thomsen heldur seg hava fingið viðmæli frá kommununi.

Ivi hevur stungið seg upp um, hvussu grøn Svínoyggin vil vera.
Kári Thomsen og hansara felag Nýorka boðaði í farnu viku frá, at ein størri verkætlan um grøna orku, skudi setast í verk í Svínoy.
Klæmint Weihe, stjóri í SEV, og Pól Sundskarð, borgarstjóri í Svínoy, siga nú, at hvørki SEV ella Svínoyar Kommuna eru við í verkætlanini.
Í fyrsta lagi er ætlanin hjá Kára Thomsen og hansara orkufelag, at fáa tilsøgnir frá kommununi og Orkjurálaráðnum. Hesar tilsóknir skulu brúkast í arbeiðinum, at fáa ES-pengar at fíggja vekæltanina.
Verkætlanin er at seta tvær vindmyllur upp í Svínoy og gera eitt sonevnt elektrolysuverk, sum kann framleiða súrevni, sum eitt nú kann brúkast á smoltstøðini. Talan er um sonevnda vetnis-tøkni.
Ætlanin hjá Kára Thomsen er, at verkætlanin skal vera eitt millumtjóðasamstarv. Á hendan hátt slepst eisini framat ES-grunnunum.
Nú er so spurningurin, um svínoyggin vil vera við, og hvønn leiklut SEV skal spæla.
- Bygdaráðið í Svínoy og SEV eru á einum máli um, at verkætlanir sum hendan, verða framdar í tøttum samstarvi partarna millum, verður sagt í tíðindaskrivi frá SEV og bygdaráðnum í Svínoy.
Hinvegin heldur Kári Thomsen, at hann hevur fingið viðmæli frá Svínoyar Kommunu.
- Svínoyar Kommuna hevði gjørt eina samtykt og eisini góðkent, at tíðindini vóru borin alment, heldur Kári Thomsen uppá.

Ikki álit á Kára Thomsen
Og týðiligt er, at álitið millum SEV og Kára Thomsen er ikki tað besta. Báðir partar skýra hvønn annan at lúgva ella í hvussu so er ikki siga allan sannleikan.
Í tíðindaskrivinum frá SEV og bygdaráðnum í Svínoy sæst rættuliga týðiliga, at tey hava ikki álit á Kára Thomsen og fyritøku hansara Nýorku.
Sagt verður at SEV fylgir væl við fyri at kanna nýggju tøknina og hvussu hon kann gangnýtast, tá hon er tøkniliga og búskaparliga skilagóð at fremja. Og so verður sagt um samstarvsmøguleikar:
- Kanningar verða gjørdar saman við álítandi samstarvspørtum innan- og uttanlands.
Nógv týðiligari kann Kári Thomsen ikki fáa at vita, at SEV ikki æltar at brúka hann og hansara felag.
Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Pól Sundskarð, borgarstjóra í Svínoy, áðrenn blaðið fór til prentingar.