Sjálvstýrið vil hava løgmann at svara uppá, um Svínoy kann vænta sær sær somu sømdir til útbyggingar á eldraøkinum, sum eru veittar kommunum í Suðuroy Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, fer at seta Kaj Leo Johannesen, løgmanni, fyrispurnig á tingfundinum mikudagin, har hann vil hava svar uppá, um kommunur, sum vegna broyttar fortreytir, eru komnar upp um eina álíkning og standa fyri útbyggingum og íløgum á eldraøkinum, kunnu vænta sær somu sømdir, sum veittar vóru kommunum í Suðuroynni.
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum vísir á, at tað var samsvarandi politiska viljanum hjá tásitandi samgongu, at landstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum í 2006 legði uppskot fyri løgtingið um at veita rentufrítt lán til kommunupartin av byggingini av ætlaða ellis- og røktarheiminum í Vági. Somuleiðis varð undantak gjørt, so lán kann takast, hóast nettoskuldin hjá eini kommunu er ella verður meira enn eina álíkning, tá lánið verður tikið.
- Tað er staðfest, at stórur tørvur er á ansingar- og røktarheimsplássum í Norðoyggjum. Svínoyar Kommuna, sum á nýggjárinum leggur saman við Klaksvíkar Kommunu, hevur framkomnar ætlanir um bygging av sambýli í bygdini, grundøki er útgrivið, og verkætlanin skjótt klár at bjóða út, sigur Kári P. Højgaard.
Við fyrispurninginum vil løgtingsmaðurin hava vissu fyri, at sambýlisætlanin í Svínoy kann fremjast, hóast samlaða kommunuskuldin er omanfyri eina álíkning.