Svínoy: Avgerandi fólkaatkvøða í dag

Í góðveðrinum í dag skulu 44 svínoyingar taka støðu til, um kommunan skal leggjast saman við Klaksvíkar kommunu. Ymiskar hugsanir eru helst um hetta málið, men í dag sleppa so teir 44 borgararnir í Svínoyar kommunu at siga ja ella nei til ætlaðu samanleggingina.

Men tað er helst so sum ein svínoyingur sigur tað við Portalin: ?Hvat er alternativið hjá okkum? Vit kunnu ikki annað enn siga ja til hesa samanleggingina við Klaksvík!?

Atkvøtt verður í skúlanum í bygdini millum klokkan 13 og 16, men borgarar, sum ikki væntaðu at verða heima, kundu atkvøða frammanundan hjá valnevndini í bygdini, í Miðlan í Klaksvík ella í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu.

Sum skilst hava fleiri longu gjørt brúk av hesum møguleikunum.