Svínarí við ongari fjølmiðlaábyrgd

Almennu fjølmiðlarnir koma undir økið hjá Løgtingsins umboðsmanni, staðfestir Joen H. Andreasen. Men journalistikkur hóskar seg illa til umboðsmannin, sum harðliga átalar, at ongin fjølmiðlaábyrgdarlóg er galdandi í Føroyum. Hann himprast við at fara út í mál, har journalistikkurin stendur fyri skotum

FJØLMIÐLAR

Javnan verður funnist at fjølmiðlunum. Teir verða lagdir undir at renna ørindi, at fara ov harðliga fram og at vera ósakligir. Men borgarin hevur ongastaðni at venda sær, um hann heldur seg vera fyri órætti í føroyskum miðlum. Orsøkin er, at føroyingar hava onga fjølmiðlaábyrgdarlóg, sum okkara grannalond hava.
Tað heldur Løgtingsins umboðsmaður lítið um.
? Tað líkist ongum, at lógin um góðan fjølmiðlasið og fjølmiðlanevnd framvegis ikki er komin í gildi fyri Føroyar, sigur Joen H. Andreasen.
Hann er óvanliga bersøgin, tá talan kemur inn á ta fjølábyrgdarlóg, sum framvegis ikki hevur vunnið vegin fram í Føroyum. Løgtingsins umboðsmaður hevur heimild til at vísa á brek í lóggávuni av sínum eintingum. Og hesa heimild hevur hann brúkt í sambandi við fjølmiðlaábyrgdina.
? Eg havi tvær ferðir gjørt vart við, bæði mótvegis løgmanni, løgtingi og avvarandi landsstýrismanni, at tað er eitt brek í lógini um kringvørp, at hon vísir til eina fjølmiðlaábyrgdarlóg, sum ikki er til. Tað er nakað svínarí, sum eg havi biðið avvarðandi myndugleikar fingið í rættlag, sigur Joen H. Andreasen.

Tungur burður
Fjølmiðlaábyrgdarlógin skal tryggja øllum borgarum, høgum sum lágum, rættvísa viðferð í fjølmiðlunum. Hon skal seta karmarnar hjá eini nevnd við fakfólkum og umboðum fyri almenningin, sum skal meta um kærir og skal seta etisk krøv til føroyskar fjølmiðlar.
Men framvegis er ongin lóg í eygsjón, hóast hon fyrstu ferð kom á borðið hjá landsstýrinum í 1992.
Talan er um eitt danskt málsøki. Í 1991 varð ein fjølmiðlaábyrgdarlóg sett í gildi í Danmark, og í 1992 spurdi Løgmálaráðið, um føroyska heimastýrið vildi hava ta donsku lógina setta í gildi í Føroyum. Landsstýrið tók málið upp í 1995, og í 1997 varð uppskot lagt fyri løgtingið. Løgtingið samtykti eitt nógv broytt uppskot, sum var sent aftur til Danmarkar. Men ov nógvar broytingar vóru framdar, t.d. í samansetingini av fjølmiðlanevndini, sum gingu ímóti andanum í lógini. Tí sýtti Løgmálaráðið at seta lógina í gildi.
Í 2000 varð aftur roynt. Løgtingið bað nú í staðin landsstýrið um at seta eina nýggja føroyska lóg í gildi. Í mars 2001 legði landsstýrið so uppskot um góðan fjølmiðlasið fyri tingið, men tað varð tikið aftur longu í mai mánaði. Helst tí talan var um málsøki, sum føroyingar ikki hava lóggávuvald á.
Síðan hevur onki meira verið at hoyrt til fjøtraðu lógina.

Undir fyrisitingini
Nú er fjølmiðlaábyrgdarlógin aftur frammi í sambandi við eitt mál millum Útvarp Føroya og formannin í Føroya Fiskimannafelag, Óla Jacobsen, sum heilar tríggjar ferðir hevur stevnt útvarpið inn fyri Løgtingsins umboðsmann.
Í hesum sambandi hevur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, reist iva um, hvørt Løgtingsins umboðsmaður er tann rætti at viðgera journalistikk í almennu miðlunum.
Løgtingsins umboðsmaður er púra avgjørdur: Hann hevur heimild at viðgera mál um almennu loftmiðlarnar. Men í somu vending himprast hann við at fara út í mál, har tað er ein ivaspurningur, um journalistiskar grundreglur verða hildnar.
? Útvarpið og Sjónvarpið eru almennir stovnur, sum eru at rokna við til almennu fyrisitingina undir heimastýrinum. Tað merkir, at loftmiðlarnir eru partar av heimildarøki umboðsmansins, staðfestir Joen H. Andreasen.
Hóast hann sostatt hevur myndugleikan, heldur hann kortini ikki, at mál av hesum slag eru serliga vælegnað til umboðsmansviðgerð, tí førleikin er avmarkaður.
? Tá vit tosa um almennar fjølmiðlar, sum eru upprættaðir fyri almennar pengar, so er avmarkað, hvussu nógv teir kunnu loyva sær av einsíðugheit. Um tað er heilt upplagt, at teir eru farnir út um sínar avmarkingar, so kann umboðsmaðurin tala at. Men slík mál áttu heldur at verið viðgjørd í einari fakliga samansettari kærunevnd, sigur Joen H. Andreasen.
Sostatt eru almennu miðlarnir undir eftirliti, men privatu miðlarnir, eitt nú blaðið tú situr við í hondini, eru púrast uttan fyri øll etisk og journalistisk krøv, onnur enn tey, sum fjølmiðlarnir sjálvir seta sær. Til fjølmiðlaábyrgdarlógin kemur.