Bretskir fíggjarfrøðingar óttast, at umfararsjúkan kann seinka eini endurreisn av búskapinum við tveimum árum H1N1 breiðir seg við fullari ferð kring allan heimin, og hóast talan ikki er um nakran serliga stóran heilsuvanda, so inniber sjúkan millum annað, at miliónatals fólk verða sjúk.
Hetta rakar sjálvandi framleiðsluvinnuna sum heild, men eisini ber óttin við sær, at fólk ferðast minni og tey eru minni á almennum støðum, har nógv fólk eru savnað.
Fyri eitt land sum Bretland, sum er serliga meint rakt av H1N1, roknað fíggjarfrøðingarnir við, at arbeiðið við at endurreisa búskapin væl kann verða seinkað í eini tvey ár.









