Svínakrím staðfest: Ferðafólk skulu ansa sær

Heilsumyndugleikarnir vátta beint nú, at fyrsti tilburðurin av svínakrími varð staðfestur í Føroyum í gjár. Í fyrstu syftu verður serliga heitt á ferðafólk, sum komu við einum flogfari týsdagin um at ansa sær Eitt ferðafólk í flogfarinum hjá Atlantic Airways, sum lendi í Føroyum hin 7. juli kl. 14, varð smittað við H1N1 Influensa.

Hetta varð staðfest í gjár, og er tað fyrsti tilburður við H1N1 í Føroyum, vátta Landslæknin og heilsumálaráðið í tíðindaskrivi beint nú.

Sagt verður, at tey ferðafólk, sum vóru við umrødda flogfari, skulu leggja sær í geyma, at hava tey ikki fingið eyðkenni, ið geva illgruna um influensu, skulu tey ikki gera nakað serligt.

- Men um onkur av teimum hevur fingið ella fær slík eyðkenni hesar næstu tveir dagarnar, skal viðkomandi sum skjótast ringja til egnan lækna ella læknavaktina.

Sjúkueyðkenni eru: Knappliga íkomin sjúka við yvir 38 hitastig Celsius, sjúkueyðkenni frá andaleið -vanliga ilt í hálsi og hosti- og pína í vøddum. Leyst lív kemur fyri.

Tá ið tey tosa við lækna, skulu tey siga frá, at tey komu við umrødda flogfari.

Landslæknin og heilsumálaráðið leggja dent á, at hevur ein fingið sjúkueyðkenni, ið geva illgruna um influensu, skal ein í mesta mun verða verandi heima fyri at avmarka smittuvandan sum mest

- Til endalig greiða er fingin á, um ein er vorðin smittaður, skal ein hava samband við so fá fólk sum til ber og tí skulu fólk ikki fara til lækna, men ringja til lækna heimanífrá.

Maðurin, sum er smittaður, hevði verið í USA og km heim við umrødda flogfarið. Illgruni er eisini um, at sonur hansara er smittaður og tí var ta mesta av barnagarðinum hjá honum í Hoyvík, starvsfólk og forelur boðsend á Landssjúkrahúsið í gjár at verða kannað