Svínakrím kanska kravt 284.000 mannalív

Altjóða heilsustovnurin WHO sigur, at umleið 18.500 fólk eru deyð av svínakrími, síðani sjúkan bleiv staðfest, men nú sigur ein altjóða granskarabólkur, at tað rætta talið er helst fleiri ferðir størri.

Í einari grein í læknablaðnum The Lancet skriva granskararnir, at sjúkan kann hava kravt umleið 284.000 mannalív ella 15 ferðir meiri enn higartil hildið, og teir leggja afturat, at tað er ikki óhugsandi, at tað veruliga talið er umleið 575.000.

Svínakrímið herjaði í fleiri londum kring allan heimin í 2009, og granskararnir siga, at tað var ymiskt, hvussu nógv mannalív sjúkan kravdi í teimum einstøku heimspørtunum. Eitt nú nevna teir, at 51 prosent av teimum, sum doyðu, búðu í Afrika og Landssynningsasia, hóast bara 38 prosent av fólkinum í heiminum búgva har.

H1N1, sum svínakrímvirusið eitur, bleiv fyrstu ferð staðfest í Meksiko í 2009. Haðani breiddi tað seg til USA og síðani út um heimin.