Svínakrím fyrstu ferð staðfest millum svín í Noregi

- Fólk verða ikki smittað við at eta svínakjøt, sigur Bjørn Røthe Knudtsen, sum starvast hjá norska Matvørueftirlitinum Fyri fyrstu ferð eru svínakrím staðfest millum svín í Noregi.

Í vikuskiftinum fekk Matvørueftirlitið boð um, at okkurt var áfatt á einum garði í Nord-Trønderlag. Tað var ein húskallur, sum hevði fingið staðfest, at hann hevði svínakrím, og tí varð farið undir at kanna grísagarðin.

Fríggjadagin vórðu royndir tiknar av svínum á garðinum, og tá Veterinærstovnurin í Oslo hevði kannað úrslitini, varð staðfest, at royndir vóru positivar.

Svínakrímið A1N1 er ein luftræsissjúka hjá svínum. Hetta er ein ?variantur? av kríminum A, H1N1, sum er krímið, ið fólk kunnu fáa.

Í Noregi siga tey, at hetta er fyrstu ferð, at svínakrím er staðfest millum svín í Noregi ? og at hetta somuleiðis er fyrstu ferð, at smittan er staðfest frá menniskjum til dýr.

- Tað eru ógvuliga fá dømir kring heimin um, at smittan fer frá fólki til dýr, og í Noregi hava vit heldur ikki havt hetta krím millum svínini. Okkara uppgáva verður at byrgja upp fyri, at krímið fær fótafestið millum svínini, sigur Bjørn Røthe Knudtsen við NTB.

Hann vísir á, at sleppur krímið at breiða seg millum dýr, kann tað koma at merkja stóran miss fyri svínaalarar í Noregi.

Bjørn Røthe Knudtsen leggur tó aftrat, at tað er eingin vandi við at eta kjøt av svíni, sum er smittað.

- Fólk verða ikki smittað við at eta svínakjøt, sigur hann.

Sjúkueyðkennini hjá svíni eru tey somu sum hjá fólki við trupulleikum í andarásini, hosta, njósan, veikleika og vánaligum matarlysti. Eftir einari viku gongur betri.