Í Noregi hevur Sosialistiski Vinstraflokkurin fingið at kalla somu viðferð frá veljarunum, síðani hann kom í stjórn, sum Sosialistiski Fólkaflokkurin í Danmark hevur fingið, síðani hann var við til at skipa ta nýggju stjórnina har.
Tað hevur gingið støðugt afturá hjá báðum flokkum, og í Noregi vísir ein nýggj meiningakanning, at hevði val verið til Stórtingið nú, hevði SV ligið á minstamarkinum fyri yvirhøvur at fáa umboð á ting.
Eftir kanningini hevði flokkurin fingið 3,9 prosent av atkvøðunum, og við einum tílíkum úrsliti hevði flokkurin mist 10 av sínum 11 stórtingslimum, skrivar Aftenposten.