Ísvøllurin skjótt klárur aftur

Gongur alt sum ætlað, verður ísvøllurin í Gamla Kommunuskúlagarðinum á Vaglinum klárur at skoyta á aftur í kvøld.

Tað hevur víst seg meira enn trupult at fáa hendur á einari nýggjari pumpu í staðin fyri hana, ið gekk fyri í síðstu viku. Hvørki í Føroyum, Íslandi, Danmark ella norðanlondum sum so lá nakar við einari líknandi pumpu á goymslu, men loksins eydnaðist at finna eina við røttu støddini og orkuni í Sveis.

Leveringstíðin til eina nýggja pumpu er fýra vikur, og tí var tað so umráðandi, at fáa hendur á einari av goymslu onkunstaðni, sigur Heðin Mortensen.

Ein onnur pumpa var annars fingin til vega, men hon vísti seg at vera alt ov lítil, og megnaði als ikki at veita neyðugu orkuna.

Men nú vissar kommunan, at talan er um røttu pumpuna, og hon er í løtuni á veg til Føroya við flogfari, og verður í landinum um miðdagin.

Tað tekur umleið tveir tímar at montera hana, og so er bert eftir at fáa fryst vatnið. So gongur alt eftir vild, verður klárt at skoyra á ísvøllinum aftur í kvøld, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.